Um Lindina
Lindin er kristiligt kringvarp, sum ikki er heft at nakrari ávísari samkomu. Nevndin í Lindini er ein 4 manna nevnd við limum frá ymiskum samkomum. Í nevndini eru Símun Absalonsen, formaður, Bjørgfinnur Heinesen, skrivari, Poli Jacobsen og Jaspur Johannesen, kassameistari. Jógvan Sune Danielsen er settur í starv sum teknikkari.
Hvussu verður Lindin fíggjað?
Lindin verður fíggja við stuðlum sum gjalda eina ávísa upphædd um mánaðin, gávum frá einstaklingum og virkjum.
Endamálsorðing
Bíblian boðar, at himlarnir skulu kunngera dýrd Guds og at borgarar Guds Ríkisins skulu verða lærdir boð og lógir Guds. Tí hava vit, sum úrslit av inniligari bøn, har vit hava søkt vilja Guds, avgjørt at stovna eina kristiliga kringvarpsstøð í Havnini, høvuðsstaði Føroya. Henda støð verður vígd dýrd Guds og framgongd Guds Ríkisins við hesari endamálsorðing:
Op. 12:10-11 sigur, at Jóhannes hoyrdi harða rødd siga: »Nú er frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldis hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt. Teir hava sigrað hann við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns…«
Høvuðsendamálið við hesi kringvarpsstøð er heilt einfalt hetta:
- At føra ta Føroysku tjóðina til eina størri tilvitan um Jesu Kristi harradømi, Hansara mátt til at frelsa, grøða og seta í frælsi, navni Hansara til dýrd.
- At skapa umstøður til at kunngera boðskapin um kærleika Guds, gjøgnum kristnan tónleik og bíbliugrundfesta undirvísing.
- At gera Føroya fólk tilvitandi um kærleika Guds og fyrigeving syndanna ígjøgnum boðan av Orði Hansara.
- At fáa eitt amboð, har Orð Guds kann verða boðað fyri fólkinum hvar og nær tey vilja lurta.
- At skapa møguleika fyri at kunna vitna um tað, sum Gud ger í okkara tjóð, okkara kirkjum/samkomum og í lívinum hjá tí einstaka.