TÍÐINDI
29. mai 2023

“Føddur av nýggjum” - ókeypis ljóðbók

Bókin er nú atkomilig sum ljóðbók á heimasíðuni www.lindin.fo , og sum poddvarp, t.d. á spotify og google podcasts.

Charles Colson (1931-2012) hevur skrivað bókina “Born Again” sum Jóan Petur Jacobsen hevur umsett til føroyskt.

Bókin er partvíst ein sjálvævisøga, har Colson serliga vidgerð sín leiklut sum ráðgevari hjá amerikanska forsetanum Richard Nixon og víðagitnu Watergate gøluna sum førdi til, at fleiri embætisfólk í Nixon umsitingini fingu fongsulsdóm. Colson sat sjey mánaðar í fongsli.

Bókin “Føddur av nýggjum” hevur áður verið send sum framhaldssøga í Lindini. Jónfinn Petersen lesur.


Lindin arbeiðir við at fáa fleiri kristnar føroyskar bøkur út sum ljóðbøkur.

Her er leinkja til bókina sum poddvarp: https://fodduravnyggjum.transistor.fm/