Í svárari, svárari pínu, men tó í Guðs hondum
Allir føroyingar kenna navnið “Hávard Absalonson Vatnhamar”. Vit minnast, at hann umboðaði Føroyar í Paralympic í Tokyo. Nú nærkast Paralympic í París, og fleiri hugsa møguliga: fer Hávard aftur at umboða Føroyar?!
Orsøkin til at Hávard luttekur í Paralympic er, at hann er ein framúr stríðsmaður, er eyðmjúkur, sær ljóst uppá lívið og hevur ein sterkan vilja. Og tí, at tá hann var heilt ungur, kom armurin hjá honum í klemmu í einum weiri á einum spæli umborð á fiskiskipi.
Lindin hevur gjørt samrøðu við Hávard. Spurt verður, hvussu verður við Paralympic í París, men fyrst og fremst verður spurt inná, hvussu Hávard eksistentielt hevur klárað seg ígjøgnum lívsins stóru brotasjógvar.
Interviewið kann hoyrast her: https://share.transistor.fm/s/41f227c6?t=1m9s