TÍÐINDI
26. oktober 2022

Gunhild um sína trúgv í einum torførum tíðarskeiði

Gunhild Aaen Madsen er útlærd lærari og psykoterapetur. Hon arbeiddi nógv í Føroyum sum terapetur fyri umleið 8 árum síðani. Hetta var ígjøgnum felagsskapin Agape. Agape er ein kristin felagsskapur sum ynskir at vera har, tá lívið gerst trupult, um tað so er orsakað av t.d. trupulleikum í parlagnum, hjúnarbandinum, sorg, strongd, útbrendni, lágt sjálvvirði, ótta, happing, ivamál við tannáringum og børnum og konfliktum.

Tá Gunhild seinastu ferð var í Føroyum, so gjørdist dóttir hennara soldátur. Síðani fór dóttirin, Signe, til Afganistan. Signe dámdi væl í Afganistan, men upplivdi at ein afganskur soldátur gjørdi seg inn á hana.

Tá Signe kom aftur til Danmark fekk hon eftir eina tíð PTSD. Og tíanverri endaði tað, við at Signe tók sítt egna lív.

Lindin hevur verið í Vejle og havt samrøðu við Gunhild. Tosað var um tíðina í Føroyum og Føroyar generelt. Somuleiðis var tosað um hvussu trúgvin hjá Gunhild hevur havt tað í samband við tí syrgiligi hendingini hjá Signe. Tú kanst hoyra samrøðuna her: https://share.transistor.fm/s/05058e40?t=11m18s