TÍÐINDI
06. september 2022

Fyrr: Bandidos rockari. Nú: cand. theol. og prestur.

Lindin hevur vitja í Herning, har Martin Bentsen er prestur í Oasukirkjuni. Hann kemur í næstum til Føroyar at boða á mansleguni hjá Heimamissiónini.

Byrjanin í lívinum hjá Martin var hørð: vanrøkt, settur heimanífrá og byrjandi kriminalitetur.

Í ungdómsárunum fór hann at taka stoffir og gjørdist kriminelllur – ein av harða slagnum. Hann gjørdist limur í Bandidos rockarabandanum og livdi eitt lív í luksus við flottum bilum og allar hugsandi jarðiskar ognir. Samstundis hevur hann verið í 17 ymiskum fongslum og avsona dómar.  

Knappiliga byrjaði hann einaferð at lesa bíbliuna í fongslinum, og tá byrjaði ein verulig broyting í hansara atburði og atferð.

Hann stríddi seg hareftir ígjøgnum miðnámsútbúgving og prestalestur (cand. theol.).

Hann er, sum sagt, prestur í Herning í dag, har hann hevur eitt serligt hjarta fyri fólkum á skuggasíðuni av lívinum og vitjar fangar í fongslum – fyriuttan at vera ein vanligur prestur.

Samrøðan við Martin varð send í morgun í morgunsendingini “á Bylgjulongd” og er tøk á poddvarpplatformum, t.d. apple podcasts og spotify. Leita eftir “Martin Bentsen” og “Byljulongd”.  Ella lurta her: https://samrodur.transistor.fm/episodes/martin-bentsen-fra-kriminellum-rockara-til-prest