TÍÐINDI
12. august 2022

Lindin víðkar sendinetið

Nú kunnu umleið 70 % av føroyingum hoyra Lindina á FM

Í eina tíð hevur Lindin arbeitt við at uppbyggja eitt nýtt og tíðarhóskandi FM-net. Í hesi viku hevur Lindin víðka sítt FM-sendinet. Lindin sendir nú á hesum støðum við hesum tíddum (frekvensum):

Undir Varða 101,1 MHZ (Havnin og Argir)

Høganes 103,3 MHz (Hoyvík og Skálafjørðurin)

Varmakeldueiði 92,5 MHZ (Norðagøta, Kambsdalur og Fuglafjørður)

Brúnaskarð 92,3 MHz (Klaksvík, Leirvík, Fuglafjørður og Syðrugøta)

Prestlandi 93,3 MHz (Miðvágur og ein partur av Sandavági)

Aðrar sendarar eru á veg; men vegna trot á deilum á heimsbasis, so er ikki vist nær aðrir sendararnir koma upp. Tó er møguligt hjá øllum at lurta á www.lindin.fo; somuleiðis finnast talusendingarnar hjá Lindini, m.a. “Ein forvitnislig ferð ígjøgnum bíbliuna” og “Byljgulongd – samrøður” sum poddvarp, t.d. á Spotify.