TÍÐINDI
24. juni 2022
"Vón fyri teg” byrjar aftur
Vælumtóktu sendingarnar “Vón fyri teg” við Sólbjørg Zachariassen byrja nú eftir aftaná ein tíðliga summarsteðg.
Sólbjørg saman við hjálparfólki hevur altíð ein uppmuntrandi boðskap frá hjarta til hjarta. Tað er góður tónleikur og so ikki minst verður biðið fyri innkomnum evnum. Bønarevnir kunnu ringjast inn á 32 13 77 ella sms til 52 13 77.
Sending verður nú mánakvøldið 27. Juni kl. 21,00 og so leygarkvøldið 2. Juli kl. 22,00. Og so er tær aðrahvørja viku mánakvøldið og leygarkvøldið hereftir.