TÍÐINDI
25. mai 2022

Konsert við sangum hjá Árna Jacobsen í Betedsa, Klaksvík

Sunnukvøldið 29 mai kl 19 Norðoyastevnudag, verður ein serstøk sangløta/konsert í Betesda Klaksvík, í samband við at nýggj fløga, við sangum sum Árni Jacobsen hevur yrkt ella týtt, kemur út.


Á fløguni eru seytjan sangir við Betesdakórinum, Kvartettini í Betesda, Vitin, Zamar, Eyðun Jacobsen, har afturat syngja børnini hjá Elisabeth og Árna, Alex, Jóna og Rani, ein sang.

Tónleikurin til fløguni er innspældur í Crossroad Studios í Arden NC við Jeff Collins sum produsara.
Røddirnar eru tiknar up í studionum hjá Erik Biskopstø, Pætur Gerðalíð og Torkil Mørkøre. Ljóblanda og mastra hava Erik Biskopstø, Torkil Mørkøre og Kristoffur Mørkøre.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa sangløtu og har ber sjálvandi eisini til at ogna sær fløguna.