TÍÐINDI
21. apríl 2022

Juvél 2 suður ígjøgnum Nólsoyarfjørð í fagrasta várveðri

Í døgunum 22. apríl til 1. Mei kemur Missiónsfelagsskapurin ATLANTIC MISSION at vitja við Juvél 2 í Nólsoy, Sandoy og Suðuroy. Fyrst verður farið til Nólsoyar, har steðgað verður fríggjadagin 22. apríl. Leygarmorgunin 23. apríl. verður farið til Sandoynna, har vitjað verður við skipinum bæði í Skopun og á Sandi.

Frá mánadegnum 25. apríl til 01. mai verður vitjað í Suðuroy. Skipið kemur at liggja á hesum plássum: Hvalba, Tvøroyri, Porkeri, Vágur og Lopra.

Manningin kemur at skipa fyri tiltøkum umborð og í landi. Eisini verður høvið hjá almenninginum at vitja umborð. Lýst verður nærri í Kringvarpinum.