TÍÐINDI
20. desember 2021

Skrá fyri Jól '21

Nýggjar av føstu sendingunum  verða sendar til og við 23. Desember. Hareftir verða góðar gamlar jóla-endursendingar sendar. Tó verður ein beinleiðis morgunsending Mikudagin 29. desember við Símun Absalonsen og Muffins verður send eins og vanligt bæði mikukvøldini kl. 21,00.  Ein nýggj “Hann hin sami er í dag” verður send 23. desember kl 15,00, og endursend tann 26. desember kl 10,00 og 3. januar  kl 23,00.

Hinar gerandisdagarnar millum 27.-31. des verða góðar morgunsendingar frá árinum endursendar. Ein góð gomul Online sending við Tummas Juul Skipá verður hóskvøldið 30. des. kl. 20,30. Somuleiðis verður ein góð gomul “Á veg heim” við Steen Palmqvistt send nýggjársaftan kl. 16,00.

Føstu smærri sendingar verða sendar sum vant og somuleiðis verða jólasøgur sendar av og á øll jólini. Og so hava vit eina sera jólaliga endursending av einum práti úr einari gamlari morgunsending um jólaminni frá Dr. Alexandrines Hospital sum verður send 25. Desember kl. 21,30 og 26. Desember kl. 17,00.  Somuleiðis verður ein jólasending frá 2006 endursend sum eitur “mangt og hvat” jólaaftan kl. 16,00.

Vanliga skráin byrjar aftur mánadagin 3. Januvar 2022.

Lindin ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.