TÍÐINDI
21. september 2021

Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión

Lindin hevur framleitt poddvarp-røðina “Bønarskúlin” við Tummasi Jacobsen

Sjálvt um fólk ikki nevna seg kristnan, so vísa nógvar útlendskar kanningar, at næstan øll fólk biðja av og á. Lindin hevur tí framleitt eina poddvarprøð um bøn. Røðin er bygd upp av samrøðum sum Jóhannes Miðskarð hevur við Tummas Jacobsen, sum er kendur sum lovsangsleiðari og talari í samkomuni Filadelfia í Havn.

Fyrsta sendingin snýr seg um hvat bíblian fortelur um bøn. Komið verður inn á, at Gud bjóðar fólki at samtala við seg, – og at henda samskiftiskanal eitur bøn.

Næsta sending snýr seg um hví og hvussu einstaklingar kunnu vera í bøn til Guds.

Triðja sending snýr seg um hvussu fólk kunnu biðja um bøn í felagi - bæði endamál og praksis. Komið verður í hesi røð fyrstu ferð inn á yoga, mindfullness og meditatión.  

Fjórða sending snýr seg um andaligan vøkstur og bøn. Tá vit gerast kristin vera vit sett á eina ferð saman við Gudi ímóti himlinum sum endaligt mál. Á ferðini verða vit bjóðaði í eini gongd at líkjast Jesus meir og meir í sinnalagi. Tó skal undirstrikast at sjálvt um vit líkjast Jesus í sinnalagi, varðveit vit okkara unikku persónligheit. Í dag tosa nógv um persónliga menning og nýta tá yoga, mindfulness og mediatión. Bønin verður sett í mótsøgn við hesi trý í hesum partinum.  

Poddvarprøðin sum eitur “Bønarskúlin” finst á flestu poddvarp-plattformum, t.d. Spotify.

Somuleiðis er møguligt at hoyra alla røðina her: https://bonarskulin.transistor.fm/episodes

Eisini er møguligt at síggja røðina á youtube: https://youtube.com/playlist?list=PLFK-wxfswk4pM1pI2X4jGc86KN3BxH-Pj