TÍÐINDI

19. september 2021
Trý føroysk youtube-interview um demens
Mánadagin 20. sept. og týsdagin 21. sept. skipar Alzheimerfelagið fyri eina stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Á ráðstevnuni vera fyrilestrar við bæði føroyskum og útlendskum gestum, kjak- og spurningaløtur. Ráðstevnan er hildin samstundis sum Alzheimerfelagið fyllir 20 ár.
Lindin hevur í fleiri mánaðir gjørt interview um demens í Føroyum. Trý av hesum interviewum liggja eisini sum youtube-interview. Leinkir síggjast niðanfyri.
Pál Weihe um at vera maki hjá demensraktum: https://youtu.be/wG7lVHoFIQs
Unn Justinussen um arbeiði hjá einum demenssamskipara: https://youtu.be/bDmAN307_pY
Ann-Mari Jensen um Alzheimersfelagið: https://youtu.be/b5k3C0Z5UUk