TÍÐINDI
13. september 2021

Nýggjur tátttur: Heimstíðindi

Umleið aðru hvørja viku kemur tátturin "Heimstíðindi" mánadagar. Hetta verður ein partur av sendingini "Á Bylgjulongd" sum byrjar kl. 9,30. Endursent verður kl. 19,30 og 04,00 (dagin eftir). Somuleiðis verður tátturin lagdur út sum podvarp á: https://samrodur.transistor.fm/episodes

Í táttinum viðger Jóhannes Miðskarð saman við áleið tveimum gestum hvørja ferð tíðindi uttan úr heimi, sum hava verið at sæð hjá kristnum tíðindatænastum um vikuskiftið. Komið verður inn á, um tað eru nakrar afturvendandi yvirskrivtir ella evnir sum hava verið frammi. Somuleiðis hevur hvør gestur valt eina tíðindasøgu út, sum hann fer í dýpdina við. Til endans verður komið inn á um vikuskiftistíðindini kunnu hugsast at hava nakran týdning fyri okkum í Føroyum.  

Tátturin verður sponsoreraður av Evangelical Times, Udfordringen og Kristeligt Dagblad, sum øll hava online hald. Man kann lesa ávísirnar í pdf, ið síggja út eins og prentútgávan. Man kann eisini lesa afturlatnu greinirnar á vanligum heimasíðuformati um man er haldar. 

"Evangelical Times" kemur út 12 ferðir um árið og kann bíleggjast sum online blað her fyri £10 um árið: https://www.evangelical-times.org/subscribe/

"Udfordringen" kemur út umleið 50 ferðir um árið og fæst í eini online útgávu. Kostnaðurin er 298,- kr um árið. Tað kann bíleggjast í online útgávu og tey hava eitt serligt tilboð, har man fær fyrsta mánaða ókeypis: https://udfordringen.dk/tilbud/

"Kristeligt Dagblad" kemur út hvønn dag og kostar 815 kr pr. kvartal. "Kristeligt Dagblad" hevur eitt serligt Lindin-tilboð til teirra e-avís, har fyrsti mánaður er ókeypis. Um hetta hevur tín áhugað, so melda teg til her: k.dk/Lindin