TÍÐINDI
13. august 2021

Lindin skiftir FM-sendinet

Lindin hevur verið noydd at leggja FM-sendinetið um og at útvega sær ein nýggjan veitara frá 18. august. Arbeitt verður í løtuni við skiftinum saman við nýggja veitaranum.

Men í hesi skiftistíðïni, inntil Lindin hevur eitt nýtt FM-sendinet – væntandi um fýra mánaðir - fer Lindin tó ikki at gevast at senda.

Lurtararnir hava hesar møguleikar:

- Til ber at lurta eftir beinleiðis útvarpi á lindin.fo.

- Tað er møguligt at lurta á internetútvarpi, sum gevur betri ljóð enn eitt FM-útvarp. Tey nýggjastu internetútvørpini eru sera brúkaravinarlig við yndisstatiónum. Innstillingin kann tó vera torfør, Lindin kann vísa til hjálp hesum viðvíkjandi. Spurningar kunnu sendast við telduposti til lindin@lindin.fo 

- Lindin fer at stroyma nøkur interview beinleiðis á facebooksíðuni: “Lindin – kristiligt kringvarp”.

- Tað er møguligt at lurta eftir nýggjum tosi-sendingum aftan á, at tær eru sendar, antin á lindin.fo ella sum poddvarp á flest øllum poddvarpplattformum (tað er møguligt at gera eitt hald á yndissendingar sum poddvarp, so koma teir nýggju partarnir í sendingini av sær sjálvum á tína snildfon ella teldil).  

-Vit hava eina youtube-kanal við nøkrum upptøkum av okkara nýggju interviewum. Leita á youtube eftir "Lindin - kristiligt kringvarp".

Sum áður nevnt, so verður nýggja FM-netið klárt væntandi um fýra mánaðir. Møguleikarnir omanfyri verða eisini har tá, og so verður eisini eitt varandi FM-signal klárt.