TÍÐINDI
21. juni 2021

Teenstreet stuðulsvika

Hesa vikuna skipar OM Føroyar fyri stuðulsviku, har føroyingar hava møguleika at stuðla TeenStreet í øðrum londum.

Stuðulin hesa vikuna fer serliga til Kina, Rusland, Zambia, Menaøkið og Andesøkið. Málið er at samla uml. 750.000 kr í Føroyum, so TeenStreet-legur kunnu haldast í hesum londum.

Stuðul kann flytast á kontu nr. 9181 - 426.219.2, viðmerk "TeenStreet útland".