TÍÐINDI
21. juni 2021

Lindin søkir eftir sjálvbodnum

Lindin tørvar fleiri fólk til at leggja sendingar út á podcastplattformin. Somuleiðis tørvar okkum fólk at skriva heimasíðu-tíðindasøgur og at rættlesa heimasíðuna.

Vit kunnu bjóða: Uppvenjing og at tú kanst gera tína uppgávu heimanfrá.

Um lindina: Lindin er kristiligt kringvarp, sum ikki er heft at nakrari ávísari samkomu. Og endamálið er m.a. at gera Føroya fólk tilvitandi um kærleika Guds og fyrigeving syndanna ígjøgnum boðan av Orði Hansara. Og at Lindin er ein miðil har Orð Guds kann verða boðað fyri fólkinum hvar og nær tey vilja lurta.

Send nøkur orð um teg sjálvan og send til lindin@lindin.fo; Ynskir tú at vita meira fæst kunning frá Jóhannes Miðskarð á 916141