TÍÐINDI
18. juni 2021

Kristnar tónleikavirðislønir

Tað eru tríggjar stórar kristnar árligar tónleikavirðislønir. Tvær hava longi longi verðið givnar í Nasville, meðan tann triðja, Stellar Awards, í nøkur ár hevur verið hildin í Las Vegas. Men fyri fyrstu ferð verður Stellar Awards hildið í Nashville 10. juli í ár. Stellar Awards hoyrir kristnan Afro-Amerikanskan tónleik. 

Tann stórsta og kendasta kristna tónleikavirðislønin er Dove Awards og plagar at vera í triðju viku í oktober. 

Síðani er tað ein tónleikavirðisløn, sum er blivin størri og størri seinastu árini. Tað er hjá kristnu útvarpsstøðini K-Love. Og virðislønin er nevnd K-love fan award; og tað merkir at tað eru lurtararnir sum velja vinnararnar. Í seinastu viku vóru K-love fan awards givnar í Nashville. Tað serliga var at hátíðarhaldið var hildið fyri fullum sali; kanska tað fyrsta so stóra tiltakið, sum var hildið í Nashville, síðani korona rakti. Øll virðislønarhátíðarsendingin liggur á youtube og kann síggjast her: https://youtu.be/mPvyXE5yb2w

 

 

 

https://youtu.be/mPvyXE5yb2w