TÍÐINDI
17. mai 2021

Fastar sendingar

Á hesi heimasíðu vera sendingar lagdar út sum hava prát sum høvuðsinnihald. Vit leggja tó ikki sendingar út, har vit biðja fyri innkomnum evnum, soleiðis at fólk kunnu vera trygg við, at hetta ikki verður goymt digitalt. Vit leggja heldur ikki sendingar út, sum hava nógvan tónleik.

Tó vilja vit undirstrika, at hesar sendingar spæla ein týðandi leiklut í sendiskránni hjá Lindini. Hesar sendingar eru:

Bønartænastur aftaná ”á Bylgjulongd”. Bønarevnir kunnu sendast inn við SMS á nr. 521377

“Vón fyri teg” við Sólbjørg Zachariassen / Annaðhvørt mánakvøld og í hinari vikuni annaðhvørt leygarkvøld. Bønarevnir kunnu ringjast inn á tlf. 321377 ella við at senda SMS á nr. 521377

Bønarsending fríggjakvøld við Eyðgerð Dahl / Annaðhvørt fríggjakvøld. Bønarevnir kunnu ringjast inn á tlf. 321377 ella við at senda SMS á nr. 521377

“Yndissangir” – Tónleikasending við skiftandi vertum

“Livandi tónar” við Eyðun Jacobsen

“Tónleikasending við Oddbjørg Poulsen og Annu Højgaard”

“Hann hin sami er í dag” – tónleikasending við Elmu Háberg

“Borgin” – tónleikasending við Ólavur Jøkladal

“Bløð úr lívsins dagbók – frásagnir úr tí veruliga lívinum”. Effie Campbell leggur til rættis

“Dagsins orð” við Svenning av Lofti