TÍÐINDI
15. mai 2021

Poddvarprøð um Alex Bærendsen, sála

Komandi tíðina vera tríggjar konsertir við heitinum “Alex Bærendsen – dýrabar minnir”. Ein ókeypis í Salt á Drelnesi sunnukvøldið 16. Mei kl. 20,00. Ein konsert í Reinasaríinum 28. Mei kl. 21,00 – atgongumerkir kunnu keypast á torsgota.fo. Og so ein í Løkshøll 20. juni kl. 19,00 (meira kunning kemur seinni).

Í hesum sambandi hevur Lindin savnað sendingar um og við Alex Bærendsen í eina nýggja poddvarp-røð. Poddvarprøðin kann hoyrast á Spotify, Apple Podcasts, Deezer, Player FM og aðrastaðni. Leita á tínum poddvarp-plattformi eftir “Dýrabar minnir” og so finnur tú podvarprøðina. Poddvarprøðin kann eisini hoyrast niðanfyri.

Í poddvarp-røðini er fyrst ein "á Bylgjulongd"-sending við Jóhannes Miðskarð frá 2021 í samband við "Dýrabar minnir"-konsertir í Salt, Løkshøll og Reinsaríinum; Svein í Prestgarði og Rakul Bærendsen eru gestir. Síðani er ein minnissending frá 2018 har Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen interviewa Svenning av Lofti og Jenis av Rana beint eftir at Alex Bærendsen var andaður. So kemur eitt prát, sum Dánial á Dul Jacobsen hevði við Alex Bærendsen og Kristinu Bærendsen í 2017. Í røðini er eisini eitt prát úr eini "á Bylgjulongd"-sending har Absalon Áargarð interviewar Alex Bærendsen um fløguna "Dýrabar minnir" í 2011. Til endans er ein sending frá 2007 við MC Restorff og Kristinu Bærendsen (sum tá var starvslærunæmingur í Lindini) um lív og virkið hjá Alex Bærendsen.

Sum sagt er fyrsta “Dýrabar minni” konsertin sunnukvøldið kl. 20,00 í Salt á Drelnesi. Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin.