TÍÐINDI
14. august 2026

Lindin sendur úr Narnia bókini: Systursonur gandakallsins.

Lindin sendur úr Narnia bókini: Systursonur gandakallsins.
Skrivað hevur C. S. Lewis, sum er heimskendur kristin rithøvundur og trúarverji.
Narnia bøkurnar eru skrivaðar sum ævintýr við nógvum myndamáli, har allir persónar, djór og verur ímynda ymiskt.
Hendan fyrsta bókin greiðir frá skapan heimsins, sum vit kenna hana úr fyrstu Mósebók.
Høvuðspersónarnir, Diggory og Polly, eru tvey børn, sum ímynda okkum vanligu menniskju.
Leyvan Aslan ímyndar Jesus, sum hevur alt vald.
Andrew morbróðir ímyndar eitt menninskja, ið hevur valt tað ónda heldur enn tað góða.
Hin ónda Jadis drotning ímyndar illamann.
Rithøvundurin letur tó lesaran tulka, hvat ymsu fólkini og hendingarnar í bókini ímynda.
Astrið Breckmann lesur.