TÍÐINDI
07. apríl 2021

"Eitt er neyðugt" er komin út á føroyskum

Tað er danin, Hans Erik Nissen, sum hevur skrivað bókina. Hon er 25 ára gomul og nógv seld í Danmark. Tað eru fleiri føroyingar sum kenna Hans Erik Nissen. í 2020 varð bókin útgivin á føroyskum fyri fyrstu ferð. Ætlanin við hesi andaktsbók er at boða einfaldan, greiðan og lívgevandi boðskap um Jesus. Fleiri av andaktunum vísa á tað eina, sum er neyðugt: Jesus – frelsaran fyri glataðar syndarar. Her niðanfyri eru ymisk ummælir av bókini.

Efter mange opfordringer genoptrykker vi denne LogosMedia-klassiker, som har været en tro følgesvend i mange familiers andagtsliv.

»Hans Erik Nissen skrivar, so tú gerst glaður fyri gleðiboð­skapin. Andaktirnar hava frígerandi og umbroytandi megi í sær. Guds orðs megi. Hans Erik elskaði Jesus, og hann elskaði menniskju. Tú kennir teg elskaðan og møttan. Hetta eru orð til troyst, lív og vón. Bókin fær mítt allar besta viðmæli.«

Bergur Debes Joensen

»Tað er ein sonn gleði, at hendan perlan av eini andaktsbók nú er týdd til okkara móðurmál. Góð føðsla fyri sálina til ein dag í senn. Bókin er væl grundað á Guðs orð, miðsavnað um Jesus og gerning hansara fyri alla mannaættina. Dag eftir dag verða vit leidd ígjøgnum Skriftina eftir tí vegi, sum er einasti vegur til frelsu.«

Marjan Kass Nielsen

»Í hesi andaktsbók, sum vendir sær bæði til ung og eldri, ber Hans Erik tað fram, sum var lívsneyðugt fyri hann: gleðiboð­skapin um Jesus Kristus. Sum fáur megnar hann at greiða frá okkara støðu uttan Jesus og at mála tann krossfesta og upp­risna fyri eygum okkara; hetta ger hann á ein persónligan hátt.«

Atli Rasmussen