TÍÐINDI
25. apríl 2022

Lindin sendir stuðulskonsert beinleiðis - 1. mei kl. 20,00

Sunnukvøldið 1. mei kl. 20,00 verður stuðulskonsert í CityChurch, sum Lindin fer at senda beinleiðis frá. Tað er ”Mission uden grænser” og Aera sum skipa fyri.

Vit koma at veita vitnisfrágreiðingar frá arbeiðnum, sum verður gjørt í Ukraina, og at spæla tónleik, ið nemur hjartastreingir. Umframt hetta verður eisini ein innsavnan til flóttafólkini og tey, ið enn liva í krígsherjaða Ukraina.

Tað verða annars tvær konsertir, og tær eru báðar ókeypis!

Sunnukvøldið 01. mai kl:20:00 í City Church, Tórshavn

Týskvøldið 03. mai kl. 19:00 á Eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík