TÍÐINDI
13. desember 2021

Bíðitíðin er næstan liðug: frelsarin kemur

Vit menniskju liva undir korum, har vit stundum mega bíða. Vit bíða í bíðirúminum hjá læknanum. Tá vit eru sjúk, bíða og leingjast vit eftir, at gerast frísk aftur. Um onkur av okkara kæru er raktur av rúsdrekkatrupulleikum, bíða vit til viðkomandi klárar at bróta seg fría/n frá tí trupulleikanum. Um vit eru noydd at sita í sóttarhald, bíða vit til sóttarhaldið verður loyst.  

Á líknandi hátt bíðaðu Ísraelsfólk eftir frelsaranum, soleiðis at tey aftur kundu vera Gudi nær. Tá Jesus føddist var bíðitíðin liðug. Og Guds ríkið kom sjónligt til jarðar ígjøgnum son Guds: Jesus.

Adventstíðin er tíðin, har vit bíða og gleða okkum til jólaaftan og jóladagarnar. Hesar jóladagar fara vit at hátíðarhalda at Jesus kom til jarðar. Nú nærkast av sonnum og Lindin fer nú at senda jólasøgur til børn og vaksin. Somuleiðis skiftir Lindin yvir nú til næstan bara at spæla kristnan jólatónleik. Hesin tónleikur ber boð um Jesus, sum skal koma. Jesus sum eisini kemur á jólum í ár kann eisini loysa okkum í Føroyum í 2021 frá tí vit eru tyngd niður av og vit bara sita og bíða til tað er liðugt.  

Lindin fer at senda jólasøgur til børn hvønn gerandisdag kl. 18,30 fram til jóla. Somuleiðis fer Lindin at senda jólasøgur sum eru mest til ung og vaksin; tær vera sendar kl. 14,00 týsdagar, mikudagar og hósdagar og kl. 01,00 týsmorgnar, mikumorgnar, hósmorgnar og fríggjamorgnar. Jólaaftan verða jólasøgur sendar kl. 9,00, kl. 10,00 og kl. 11,00. Vit hesum ynskir Lindin øllum eina góða enda-bíðitíð; og vónar eitt veruligt hátíðarhald fyri øllum føroyingum, tá jólaaftan og jóladagarnir koma.