TÍÐINDI
09. oktober 2021

Tummas Jákup Thomsen torir at seta orð á

Í morgunsendingini fríggjamorgun í Lindini hevði Jóhannes Miðskarð eina samrøðu við Tummas Jákup Thomsen um hansara lív, rústrupulleika og rúsviðgerð. Hetta var í samband við eitt átak hjá Bláa Krossi, ið nevnist “Tor at seta orð á”.

Hetta átakið hevur til endamáls, at leggja lunnar undir meiri opið orðaskifti um rús og rústrupulleikar í Føroyum. Rústrupulleikin ávirkar bæði tann, sum er bundin av at rúsa seg og tey, sum standa honum ella henni nær. Hann ávirkar kropsliga, sálarliga og sosialt. Avleiðingarnar eru bæði privatar og almennar; tær raka einstaklingin og samfelagið.

Men vit tosa alt ov lítið um tað. Alt ov ofta fjalir rústrupulleikin seg aftanfyri tøgn, skomm og ótta. Og tað er ofta júst hendan tøgnin, sum heldur rústrupulleikanum á lívi. Rústrupulleikin kann ikki tigast burtur.

Sí átaksheimasíðuna hjá Bláa Krossi: setorda.fo

Interviewið kann síggjast her: https://youtu.be/6m9rD5l91jw

Eisini er tað tøkt á øllum podvarpplattformum, t.d. spotify og Apple Podcasts.