Stuðla Lindini - trýst her
Lindin verður hildin fíggjarliga uppi av stuðlunum. Tú kanst gerast ein fastur stuðul hjá Lindini ella flyta eina gávu við at flyta pening á niðanfyristandandi konto nr.:
Eik Banki:........................ 9181 - 128.147.1
Føroya Banki:................. 6460 - 498.575.5
Norðoya Sparikassi:.... 9865 - 102.130.8
Suðuroyar Sparikassi: 9870 - 101.550.9
Bank Giro:....................... 9870 - 437.113.6
Seinasta nýggja:
Á bylgjulongd týsdagin 7. september
Í morgun prátaðu vit við Gunhild Åen Madsen, psykoterapeut, í sambandi við evnisdag á Sandi 11. september - um sorg. Síðan varð tosað um, at Gunhild Waldemar fer at røða í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. september kl. 16.00 um "Tað seinasta um fyribyrging og viðgerð fyri demenssjúkur”.
Á Bylgjulongd mánadagin 6. september 2010
Vit hoyrdu frá Beintu Áargarð um eitt barnamøti, sum verður leygardagin kl. 17.00 í Skúlanum við Løgmannabreyt og um eitt familjumøti sunnudagin kl.12.00. Í sendingini vitjaði eisini Durita Djurholm, sum greiddi frá Christmas Child........
Umveldi fríggjadagin 3. september 2010
Aftaná tónleik og hugleiðingar um m.a. Street Bible, var gesturin í Umveldi í dag Poul Guttesen, og hann og Preben Hansen samtalaðu her um PHD-avrikið hjá Poul.
Á bylgjulongd fríggjadagin 3. september 2010
Fyrru gestirnir í morgun vóru Lissi Hansen og Óli Poulsen. Tey fortaldu um nýggja kristiliga sendirøð til aldursbólkin 11 ár og uppeftir. Síðan tosaði Preben Hansen um samsending millum Lindina og Kringvarp Føroya í kvøld.
Á bylgjulongd hósdagin 2. september 2010
Á Bylgjulongd hósdagin var ein gomul sending, har prát var við Peter Gammons frá 11. november 2008. Eisini var prát við Eiler Jacobsen yngra og Hjúnarbreddin var á skránni og tað er frá 21. oktober 2008.
Á Bylgjulongd mikudagin 1. september 2010
Í sendingini í morgun hoyrdu vit um norðurkoreanska Kim Shin_Jo, sum gjørdist pastorur í Suðurkorea. Seinni í sendingini kom Poul Færø á gátt.
Á bylgjulongd týsdagin 31. august 2010
Í sambandi við Sjónligheitsdagin 4. september tosaðu vit við Reimunn Førsvoll og við Oslu Sevdal - sí eisini teldubústað niðanfyri! Síðani kom gestur á gólv, tað var Rógvi E. Jacobsen, sum hevur verið hermaður í Afganistan, hann segði frá upplivingum sínum har og tosaði um tíðina aftaná, hann varð heimkomin.
Á bylgjulongd mánadagin 30. august 2010
Í sendingini prátaðu vit við Jónfinn Petersen, sum skal á ferð við Livets Ord til Ísraels. Bergur Debes Joensen forkláraði um lærusveinaskúlan PODAS. Til ber at lesa meira um skúlan og tekna seg .......
Á bylgjulongd fríggjadagin 27. august 2010
Gestir í morgun vóru Erla og Ingvard Petersen. Tey hava verið við í trúboðanarverki í Venezuela. Síðan hoyrdu vit um trúboðanina hjá Kedes um internetið.
Á Bylgjulongd mikudagin 25. august 2010
Í sendingini í morgun var Poul Færø á vitjan.
Á Bylgjulongd týsdagin 24. august 2010
Í sendingini varð prátað við Asloug Víká Petersen, sum hevur verið hjálparfólk á TeenStreet í summar. Eisini vóru Meinhard Arge Jensen, Tom Jacobsen og Gurðið Johansen í útvarpsstovuni og søgdu frá teirra upplivingum á Bethel Tænastu Skúlanum í Redding, Kalifornia.
Á Bylgjulongd mánadagin 23. august 2010
Á Bylgjulongd í morgun ringdu vit til Zarepta og tosaðu við Páll á Lakjuni um tær legurnar/stevnurnar, sum verða har vesturi í heyst. Eisini høvdu vit vitjan av Poul Guttesen saman við Richard Bauckham, ið er professari í teologi. Orðið fyri dagin var úr Orðtøkunum 25, 21: Hungrar fíggindi tín, so gev honum at eta, tystir hann, so gev honum .......
Umveldi fríggjadagin 20. august 2010
Hesuferð er Símun Absalonsen gestur í stovuni, og í dag samrøða hann og Preben um, hvønn boðskap standmyndin av Sigmundi Brestissyni uttanfyri Vesturkirkjuna hevur. Síðan fortaldi Andreas Andreassen frá Heimamissiónini um toymisferð til Grønlands. Sjálvur hevur hann búð í nógv ár har.
Á bylgjulongd fríggjadagin 20. august 2010
Í sendingini í morgun hoyrdu vit um støðuna í Pakistan. Vit prátaðu við Suna Vinther, formann í Reyða Krossi og við Høgna Johannesen, sum hevur tilknýti til Pakistan. Eisini prátaði Absalon við Guy Penrod, sum hevur havt konsert í Kelduni.
Á bylgjulongd hósdagin 19. august 2010
Í morgun hoyrdu vit um nýggja Frískúlan í Kelduni. Eisini prátaðu vit við Heðin Poulsen um GLS (Global Leadership Summit)
Á Bylgjulongd mikudagin 18. august 2010
Í sendingini lósu vit úr norska blaðnum KS vitnisburðin hjá Merete Jenssen, sum andaliga tala fann heim fyri umleið 3 árum síðani. Eisini sendu vit prát við Poul Færø.
Á bylgjulongd týsdagin 17. august 2010
Í sendingini í morgun hoyrdu vit Sunnuvu Kass greiða frá um Agape felagsskapin. Aftaná komu gestirnir Birgitte og Søren Pedersen, ið arbeiða við at byggja kirkjur í Kenya.
Á bylgjulongd mánadagin 16. august 2010
Fyrst høvdu vertirnir ymist á skránni. Tey ringdu síðan til Jónu Gunnarsson, ið er á veg til Kenya. Aftaná kom Marner á Lofti á gátt vegna bólkin 4. At enda ringdu tey til Óla Steinberg umborð á Juvel II.
Umveldi fríggjadagin 13. august 2010
Fyrst hoyrdu vit áhugaverda hugleiðing um Mariu Magdalenu. Síðan var norski evangelisturin Svein Axelsson gestur í stovuni. Hann fortelur, hvussu hann bleiv frelstur, og annars eisini frá øðrum á lívsleiðini - m.a. hvussu hann varð kallaður at koma hendan vegin.
Stuttbylgjan fríggjadagin 13. august 2010
Gestur í sendingini í morgun var Annika av Rana - hon tosaði um týdningin av rørslu hjá eldri fólkum. Síðan varð tosað við Reyða Kross um hjálpararbeiðið í Pakistan.
Print
Email
PDF
iTunes
WinAmp
RealAudio
Windows Media







